Handilstreytir

Handilstreytir
Vøran verður send skjótast tilber og í seinasta lagi fyrsta gerandisdag eftir, at vit hava móttikið ordran. Ordrar ið eru stovnaðir fríggjadag, verða tó í seinasta lagi avgreiddir mánadag.

Striking av bílegging
Er bíleggingin ikki avgreidd, kanst tú strika keypið við at boða okkum frá. Er vøran pakkað og send, hevur tú framvegis møguleika at angra keypið. Sí annars undir brotinum “iðranarrættur”.

Iðranarrættur
Tú hevur 14 dagar iðranarrætt, um tú skuldi angrað keypið. Iðranartíðin verður roknað frá tí degi, tú móttekur vøruna.

Angrar tú keypir, kanst tú lata vøruna innaftur og fáa tilgóðarseðil. Eisini ber til at býta vøruna um. Hetta kanst tú gera við at senda pakkan aftur, ella við at lata vøruna inn í handlinum.

Tú avheldur allan flutningskostnað fyri at lata vøruna innaftur. Postgjald verður ikki endurgoldið. Verður ein vøra endurgoldin verður postgjaldið frádrigið.

Vit heita samstundis á teg um, at senda okkum ein teldupost á motussport@gmail.com. Í teldupostinum skal tilskilast, at tygum ynskja at gera brúk av rættinum at angra keypið, umframt at ordranummarið skal upplýsast.

Standur á vøru við aftursending
Er vøran niðursett, er ongin iðranarrættur ella umbýtingarrættur á. Vøran kann latast innaftur ella umbýtast, um hon er í sama standi sum hon var, tá hon varð keypt.

Klagurættur
Klagurætturin er sambært keypilógini galdandi í 2 ár, og klagurætturin er galdandi fyri feilir í tilfari og/ella framleiðslu.

Klagurætturin er ikki galdandi fyri feilir ella skaðar, sum eru íkomnir orsakað av skeivari handfaring av vøruni.

Um vøran verður send okkum aftur, skal hon sendast til:

Motus Sport
Klaksvíksvegur 68
FO 700 Klaksvík
Ert tú ónøgd/ur við handfaringina av klagu, og heldur tú teg hava verið fyri órætti, hevur tú møguleika at klaga til Brúkaraumboðið, Skálatrøð 29, Postrúm 73, FO-110 Tórshavn, ella við at senda teldupost til: bruk@bruk.fo

Gjalding
Vit taka ímóti gjaldskortum á nethandlinum. Til ber at brúka hesi kort:

• Dankort

• Visa

• Visa – Dankort

• MasterCard

• Visa Electron

• JBC

Í gjaldsgongdini verður tú biðin um at útfylla fylgjandi: kreditkortnummar, lokadag(udløbsdato) og gátal(kontrolcifre).

Upphæddin fyri keypið verður flutt av kontu, tá keypið verður endaliga avgreitt og vøran send.

Allar upphæddir eru í DKK (donskum krónum) og íroknaðar MVG.

Tú fært ein faktura sendandi við telduposti. Um tú ongan faktura móttekur kann feilur vera í upplýstu teldupostadressuni. Set teg í samband við okkum umvegis teldupost motussport@gmail.com.

Eisini er møguligt at gjalda við bankaflyting.

Eru ivamál ella hevur tú trupulleikar við at keypa á síðuni vinarliga set teg í samband við okkum umvegis teldupost motussport@gmail.com.